About
Um A. Winkler Sp/f
A. Winkler Sp/f er veitari av ráðgeving til bæði privatar og almennar kundar. Ráðgevingin fevnur um alla gongdina frá byrjandi menning av byggiverkætlanum til verkætlanin er fullfíggjað og latin til kundan.
Vit ráðgeva innan nýggja húsabygging, umframt umvæling, og hettar verið seg sethúsabygging, tvíhús, ráðhús ella vinnuligar bygningar – vit veita dygdargóða ráðgeving.
Eisini standa vit fyri lyklaklárum byggiverkætlanum fyri bæði privatar og almennar aktørar.
Við meira enn 20 ára royndym innan byggivinnuna, eru vit ein væl skikkaður felagi til títt næsta húsaprosjekt.
Sum nakað nytt, bjóða vit eisini DGNB VILLA viðurkend og váttaði húsaprosjektir. Hettar kunne tds. vera sethús, tvíhús ella ráðhús við upp til 6 eindum á 1500m2., pr. prosjekt. Eisini ber til at fáa eina váttan til tíni sethús, um tú hevur ætlanir at heildardagføra tey. DGNB VILLA er ein altjóða burðardygg skipan, ið hevur sín uppruna í UNCED atlitunum um burðardyggleika úr RIO 1992. Tey trý høvuðsatlitini innan hettar eru umhvørvislig, sosial og fíggjarlig atlit. DGNB váttanin er við til at formskipa burðardygga bygging, og tryggjar eisini at hettar verur gjørt sambært ítøkiligum málistokkum.
Andreas Winkler
Stjóri
MSc Real Estate Development & Management
Byggifrøðingur, altjóða linja
Útlærdur timburmaður
Tørvar tær hjálp? Set teg í samband við meg.
+298 288940 ella aw@a-winkler.fo